top of page

Upplatingartíðir


Handilin: 

Mánadag - Fríggjadag: 09.00 - 17.30

Leygardag: 10.00 - 13.00



Timburhandilin:
Mánadag - Fríggjadag: 08.00 - 17.00

 

​Familjufyritøkan Handilsvirkið Niclasen hevur eina langa og ríka søgu. Síðan 1864 hevur Handilsvirkið Niclasen fingist við handil og annað vinnuvirksemi. Í dag hevur 7. ættarliði tikið við og umfatar handilin í dag sølu av timbur, amboðum, búnýtum, bátaútgerð o.ø.​
 

 

 

 

Norðurstova
Í 1856 var einahandilin avtikin í Føroyum, tá sluppu Føroyingar sjálvir at hava handil.  Sama ár byrjaði Jóhan Mortensen handil sín á Tvøroyri. Jóhan var virkin maður, og í árunum eftir komu fleiri úthandlar kring landi. Ein av hesum úthandlum byrjaði  í desembur 1864 í bóndahúsunum hjá Niclas Samuelsen1  í Sørvági, nevnd norðurstova.  Norðurstova handlaði mest við matvørum, byggitilfari og ymiskum neyðsynjavørum at byrja við. Avtalan við Mortensen var tá, at úthandilin skuldi selja vørur fyri Mortensen, og harafturat turkaðu teir eisini fisk, ið sluppirnar hjá Mortensen komu við. Niclas Samuelsen var komin til árs og longu í 1872 tók sonur hansara, Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal)2, ið var 31 ára gamal, við. Niclas doyði í 1896. Dánjal helt á til ár 1900, tá hansara dagar vóru taldir og árarnar lagdar inn. Tá tók sonurin Niclas Niclasen3 við.
Samstarvið við Mortensen helt fram, til fyrsta veraldarbardaga, tá Handilsvirkið Niclasen byrjaði at innflyta sjálvir.


 

Posthús í Norðurstovu
Eftir aldarskifti gjørdist virksemi hjá fyritøkuni størri og størri. Í 1916 kom posthús eisini í Norðurstovu. Postflutningurin til Bíggjars, Gásadals og Mykinesar var eisini røkt av felagnum. Niclas hevði posthúsið til 1939, tá dótturin Sigrið Olsen (vanliga nevnd Sigrið á posthúsinum) tók við. Hon røkti starvið til 1988.
Í 30-unum kom eisini garvarí í fyritøkuna. Tað var Edward, sonur Niclas, ið hevði verið uttanlanda og lært seg kynstri at garva.

 

 

Fiskifør í Fyritøkuna
Sum fiskiframleiðari var umráðandi at hava rávørugrundarlag, og valdi fyritøkan tí at ogna sær fiskifør. Frá 1905 og fram til 1925 keypti fyritøkan sjey smærri 6-10 tons dekkbátar, og fiskurin varð virkaður í Sørvági.
Hildið var fram við hesum fiskiskapi til fyrst í 30 árunum, tá felagið byrjaði at keypa sluppir. Fyrsta var Syv Søstre, sum var keypt 23. januar 1939. Hon fekk tó eina stutta livitíð, tí longu í juli sama ár rendi hon á eina fles í Grønlandi og sakk. Síðani var Skarphjeðinn keypt tann 19. desembur í 1930, helst fyri Syv Søstre. Í 1943 keyptu teir so Haffarið og í 1936 kom so eisini Eysturoyggin í felagið. Eysturoyggin var skipið, har kaptajn Mikkelsen úr Sørvági, sum fyrsta skip nakrantíð í 1940 flaggaði við føroyska merkinum. Reiðaríið var Niclasen í Sørvági.
Hesar sluppir hildu fram við fiskiskapinum, og í 1939 var Vesturvarði, sum fyrsti trolarin hjá felagnum, keyptur.
Í 1939 var eisini Vága Trolarafelag stovnað. Og var Niclasen ein av høvuðsánarunum. Vága Trolarafelag varð so við og við uppkeypt av Niclasen, til tað at enda í 1961 heilt var á teirra hondum.
Í 1939 var ikki bert árið, tá felagið fekk sín fyrsta trolara. Hetta árið var eisini eitt nýtt og eftir tátíðarmynstri sera framkomið turkihús bygt. Hetta hevði tá sera stóran týdning fyri virkið, sum umframt vanliga handilin, hevði fiskivinnu sum høvuðstátt. Hetta árið doyði Niclas, og sonurin Dánjal Niclasen4 tók við sum stjóri í fyritøkuni.
Meðan seinni heimsbardagi herjaði, varð einki nýtt skip keypt, men so skjótt tað var av, komu eisini nýggj skip til felagið. Beint eftir kríggi komu teir tríggir snurruvoddarnir Vesturleið, Vestursøki, Vesturleiki  og  í 1947 Vesturskin, ið var trolari.


Um Vágafjørð og Mykinesfjørð
Flestu av hesum skipum gjørdust tó ikki gomul í fyritøkuni, og í 1949 vóru tveir av snurruvodsbátunum seldir til Noregs, og árið eftir fór eisini hin triði úr fiskiflotanum. Hetta var Vesturleið, og hann skuldi ikki verið heilt ókendur fyri tey, ið eru komin til árs. Felagið setti bátin inn í ferðafólka- og farmasigling millum Miðvág og Havnina, og mong munnu tey vera, ið minnast onkran buldrutan túrin um Vágafjørð við Vesturleið. Í 1970 var Vesturleið seldur til Klaksvíkar.
Handilsvirkið Niclasen hevði eisini siglingina til Mykinesar. Hesa sigling hevði felagið um hendi líka til 1969, tá tað almenna helt seg verða betur til at reka millumoyggja-sigling og yvirtók hesa eins og allar aðrar privatar leiðir í Føroyum.

 

 

Fyrsta Flakavirkið í  landinum
Beint eftir kríggið komu fleiri 30-tons bátar til bygdina. Niclasen átti upprunaliga nakrar av hesum, og uppkeyptu so við og við aðrar. Av hesum bátum kunnu nevnast Akranes, Broddur,  og Royndin. Rávørugrundarlagið var so mikið trygt, at Niclasen í 1954 setti á stovn fyrsta flakavirkið í landinum. Dánjal var stjóri, men virkisleiðarin fyrstu fýra árini var Brynjálvur Mortensen, langabbasonur gamla Jóhan Mortensen, sum stovnaði Mortensenhandilin á Tvøroyri.
Flakavirkið arbeiddi mest hýsu. Hon var skorin til flak, pakkað í pundspakkar, fryst og seld av landinum. Toskurin var tá eins og nú, allur saltaður. Tað gav besta prísin. Sama mynstur av fiskaframleiðslu, sum vit í Føroyum enn hava.
Fyrsta flogfelag í Føroyum
Hóast felagið bæði handlaði matvøru, byggitilfar og aðrar brúksvørur nøktaði tað ikki virkisfýsni hjá táverandi stjóra felagsins Dánjali Niclasen. Umframt at seta á stovn Føroya Fiskasølu í 1948, sum tá gav munandi hækking av útflutningsvirðinum, setti hann eisini á stovn fyrsta flogsambandi millum Føroyar og Keypmannahavn. Føroya flogfelag var stovnað í 1946. Til hesa roynd var eitt kombinerað vatn- og landflogfarið  Erla Kongsdóttir keypt. Men hendan royndin eydnaðist ikki serliga væl, flogfarið gjørdi ikki ein einasta túr millum londini. Flogfarið fór útav flogbreytini, eftir at teir høvdu verið niðri á Sørvágsvatni og vaska flogfari. Flogfarið fór rættiliga illa og avgjørt var at senda flogfarið til Danmarkar til umvælingar. Men fyri at gera ilt verri, so misti farmaskipið flogfari fyri borð, og burtur var tað.
Felagið valdi síðani at leiga eitt Catalina flogfar, men eftir trimum túrum, fekk SAS gjøgnum danskar mynduleikar steðga flúgingini. Ikki var møguligt at fáa neyðugu loyvini. Tað gingu eisini rættiliga nógv ár, áðrenn føroyingar fingu loyvi frá donsku myndugleikunum at flúgva.

 

P/F N. Niclasen
Í 1971 var lívsneisti Dánjals komin at enda, og Niclas Niclasen5 tók við starvinum, sum stjóri í fyritøkuni. 60-ini og 70-ini vóru sera trupul í fiskivinnuni, og tað merktist eisini fíggjarliga í fyritøkuni. Niclas hevði stórt hugflog og góðan vilja. Millum annað leigaði hann føroysk skip at sigla til Skotlands at keypa sild, tá sildin var horvin í føroyskum sjógvi. Keypta sildin bleiv pakka í Føroyum. Eisini royndi hann at seta livandi hummara út á Sørvágsfjørð. Hummaran fekk hann úr skotska býnum Kirkwall. Hóast royndin ikki eydnaðist sum ætlað, er enn hummari á fjørðinum.
Í sjeytiárinum vantaði rávøra til virkið, og var tí í 1977 aftur ein roynd gjørd við størri skipi. Tá var Vesturleiki bygdur. Hann var eitt av teimum 9 polskt bygdu línuskipunum, ið tá komu til landi.
Heilt fram til 1979 rak Niclasen flakavirki. Í eini bjargingarætlan valdi Niclas at fara burtur úr fiskivinnuni og halda seg til upprunaliga virksemi, nevniliga handil. Matvøruhandilin var eisini seldur seinast í 70-unum, tá Norðurstovuhandilin var seldur. Norðurstovuhandilin heimi í bygdini bleiv seldur og gekk handilsvirksemi nú fyri seg úti á bryggjuni, har timburhandilin og byggifyritøkan enn í dag liggja.


Handilsvirkið Niclasen
Virksemið var minkað og truplu tíðirnar høvdu sett síni spor. Tá kreppan fyrst í 90’árunum kom, var neyðugt at endurreisa fyritøkuna. Teir tríggir synirnir hjá Niclasi reistu peningin við einum triðingi til hvønn. Hesir hava búsett seg í hvør sínum heraðshorni í heiminum. Edward Niclasen6 er vinnulívsmaður í Grønalandi,  Dánjal Niclasen6 er rækjuskipari í Kanada og Jørgen Niclasen6 var eftir í Sørvági, og var settur sum stjóri.
Hesir tríggir stovnsettu eisini saltfiskavirkið Tomba. Umframt framleiðslu, landaði og pakkaði felagið eisini saltfisk frá nógv umrøddu Loynikrókabátunum. Framleiðslan helt fram til í 1998, tá valt var at steðga og leggja feløgini saman.
Í 90-unum keypti felagið eina kaffistovu og umbygdi hana til Statoilstøð. Hon seldi umframt brennievni, grillmat, góðgati og matvørur. Á ein hátt aftur á slóðina. Statoilstøðin varð tó seld í 2007 og verður í dag rikin av Randi Zakariasen
Í 2012 avgjørdu teir tríggir Edward, Dánjal og Jørgen Niclasen at lata yngra ættarliðið sleppa fram at og eru tað í dag dóttur Jørgen, Linda V. Niclasen7 og sonur Edward, Niclas Niclasen7, ið reka Handilsvirkið Niclasen.
Eins og í byrjanini  fyri skjótt  150 árum síðani, er tað handil, sum fyritøkan fæst við í dag. Handilsvirkið Niclasen heldur til úti á bryggjuni í Sørvági, har fyritøkan selur timbur, byggivørur, amboð, bátaútgerð, máling, búnýtir o.m.a.

bottom of page